Bragdið skipar fyri Kvinnurenning

Ítróttarfelagið Bragdið í Havn skipar á fyrsta sinni fyri kvinnurenning í Føroyum. Ætlanin er, at kvinnurenningin skal verða eitt afturvendandi tiltak. KVINNURENNINGIN 2005 verður leygardagin 20. august kl. 16:00.
Áhugin fyri renning er alsamt vaksandi í Føroyum. Eitt nú eru rennikappingar fastir tættir á summarstevnunum, og luttakaratalið er stútt vaksandi hjá monnum og ungdómi. Nú er so tíðin komin til at kvinnurnar finna renniskógvarnar fram og mýkja vøddarnar. Burtur við bilringum og appelsinhúð og inn við føstum afturpørtum!
Renningin er ætlað kvinnum yvir 18 ár. Teinurin er umleið 4,2 km, og sera vælegnaður til bæði at renna og ganga.
Byrjað verður við upphiting kl. 15:45 á parkeringsøkinum við Studentaskúlan í Hoydølum. Síðan verður runnið/gingið eftir gøtuni oman til tyrlupallin yviri við Strond, farið verður eftir Ringvegnum til Hvítanesvegin og oman aftur til Studentaskúlan. Teinurin verður runnin/gingin 2 ferðir.
Tiltakið verður ikki skipað sum ein vanlig kapping, so heiðursmerki verða ikki til tær skjótastu kvinnurnar, men vinningar verða lutaðir millum allar luttakarar, sum koma á mál.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá athletics.fo, og seinasta freiðst at melda til tiltakið er fríggjadagin 19.08.05, kl. 12:00. Luttakaragjaldið er kr. 50,00, og verður goldið, tá ið startnr. verða avheintað við startøkið kl. 15:00  15:30.