Bragdið kom á forsíðuni hjá New York Times

Enn einaferð er staðfest, at ítróttarbrøgd er besta umtala, sum ein pinkutjóð kann vinna sær

OL

 

Brøgdini hjá íslendska manslandsliðnum í hondbólti hava givið afturljóð kring Heimin. Enntá eitt hitt kendasta blaðið í Heiminum, New York Times hevur íslendska ítróttarbragdið á sínari forsíðu. Og tá er hondbóltur ikki mest kenda ítróttargreinin í USA. New York Times roynir at útgreina fyri ókunnugu amerikonsku lesarunum hvat hondbóltur er fyri nakað: ”Hondbóltur er sum basketball við málum, ístaðin fyri kurvar” er mest sigandi lýsingin. Blaðið vísir á hvussu fantastiskt tað er, at eitt land við bara 300.000 íbúgvum er komið í eina finalu. Tað svarar til íbúgvaratalið í Bakersfield í Kalifornia ella Toledo í Ohio. New York Times endurgevur eisini forseta Íslands, Ólaf Ragnar Grímsson fyri at siga, at hetta er størsta løtan í ítróttarsøgu Íslands.

Ólafur Ragnar rør í samrøðuni aftur á summarleikirnar í Melbourne í 1956, tá Vilhjálmur Einarsson vann fyrsta olympiska heiðursmerki Íslands. Vilhjálmur vann silvur í trístøkk. Ìslendski forsetin sigur við New York Times:

- Eg minnist tá Ìsland vann sítt fyrsta olympiska heiðursmerki, eg búði sum ein 13 ára gamal drongur í einari lítlari fiskibygd (Ísafjørður red.), og eg minnist, at øll tjóðin hátíðarhelt hetta silvurmerkið. Men fyri eina lítla tjóð at møta upp í liðítrótti, og vinna á summum av teimum størstu tjóðunum, sum hava miljónir av fólkum. Tað er eini boð til altjóða ítróttarrørsluna, at alt er møguligt!, Ólafur Stefánson segði við blaðið.

- Tað snýr seg um at stríðast fyri 300.000 fólk, sum hava sama tungumál, sum eg.