Bragdafólk gjørdust ársins fyrstuhjálparar

Tað gjørdust 10 fólk úr Bragdinum, sum í dag blivu kosnir ársins fyrstuhjálparar av Reyða Krossi

Tað var í sambandi við eina venjing hjá Bragdinum ein sunnudag í februar, at ein maður small um, tá ið hann skuldi taka eina felagsmynd av øllum rennarunum, sum skuldu fara ein felagstúr í Havn.

Hendingin fór fram á Tórsbreyt, og maðurin small niður í kavan. Tað gjørdist skjótt greitt fyri teimum, sum vóru hjástødd, at okkurt álvarsligt var áfatt. Ein av hjástøddu rennarunum, Joan Mouritsen, starvast til dagligt á B8 á Landssjúkrahúsinum, og hon tók beinan vegin leiðsluna av at geva Hilmar Høgenni, sum var smallin um, lívbjargandi fyrstuhjálp. Saman við øðrum veitti hon fyrstuhjálp, men tá ið onkur fór eftir hjartastaranum, sum var á Tórsbreyt, riggaði hesin ikki. Tìbetur fekk onkur skjótt fatur á einum øðrum hjartastartara inni í Yndi, og so bleiv hann brúktur. Sjúkrabilur kom skjótt á staðið, og Hilmar kom á Landssjúkrahúsið og kom tíbetur fullkomiliga fyri seg aftur.

Tá sjúkrabilurin hevði latið Hilmar í hendurnar á teimum kønu á Landssjúkrahúsinum, koyrdu teir aftur á Tórsbreyt, fyri at kunna tey í Bragdinum um støðuna. Har fingu tey rós frá portørunum, at tey høvdu handlað so skjótt og væl.

Fyri hetta avrik ella hetta bragd blivu 10 limir í Bragdinum í dag kosnir til ársins fyrstuhjálparar hjá Reyða Krossi Føroya og fingu blómur og ein kekk frá Betri Trygging.