Útróðrarmenn hava í seinastuni havt eina ávísa trúgv upp á, at fiskiskapurin við línu fer at taka seg uppaftur. Teir halda, at greið tekin eru í so máta, har heldur meira fiskur hevur verið at fingið - og at fiskurin er feitur og góður.
Tað hevur eisini eydnast rímiliga væl hjá summum útróðrarmonnum í heyst, og hetta hevur lyft undir vónina um, at fiskur nú fer at koma aftur - eftir fleiri ár við vánaligum útróðri. Í løtum hevur eisini verið væl av svartfugli at síggja.
Sambært heimasíðuni www.nordlysid royndist dagurin í dag tó einki serligur hjá útróðrarbátunum í Klaksvík. Størstu nøgdina hevði útróðrarbáturin Bragd, sløk 8.000 pund tilsamans.
Hjá hinum bátunum, sum eisini vóru á útróðri síðstu nátt, eydnaðist dagurin knapt so væl; Norðsøki hevði 4.600, Líðhamar 4.000, Brandur 3.000, og Bjørgvin hevði 2.300 pund.
Streymurin harðnar, og veðrið er heldur vánaligt og óstøðugt. Tí er ikki væntandi, at nakar serligur útróður verður tað, ið eftir er av hesi vikuni. Útróðrarbátarnir úr Klaksvík, sum vóru úti síðstu nátt, royndu sum skilst norðan fyri og eystanfyri.