Brævatkvøðurnar eru loyniligar

Jóan Petur Hentze, formaður í Tórshavnar valstýri, váttar, at brævatkvøðurnar til fólkatingsvalið eru eins loyniligar og vanligu atkvøðurnar.

Í opnum brævi til Tórshavnar valstýri setti Heri Mohr spurnartekin við, um mannagongdin hjá Tórshavnar býráð tryggjaði, at atkvøða hansara, sum hann gav við brævatkvøðu, varð loynilig eins og allar aðrar atkvøður. Ítøkiliga eftirlýsir hann ein plomberaðan atkvøðukassa at leggja brævatkvøðu sína í.

 

Jóan Petur Hentze, formaður í Tórshavnar valstýri, greiðir í svari til Hera Mohr í dag frá mannagongdunum í samband við brævatkvøðu og vissar Hera Mohr um, at brævatkvøðan er eins loynilig og vanliga atkvøðan.

 

Mannagongdin í samband við brævatkvøðu er, at sjálvur atkvøðuseðilin verður lagdur í ein brævbjálva fyri seg, og síðani verður eitt oyðublað útfylt, sum verður lagd í ein størri brævbjálva, saman við minna brævbjálvanum við atkvøðuseðlinum í.

 

Kommunan letur síðani allar brævbjálvarnar óupplatnar til valstýrið, sum gjøgnumgongur allar brævbjálvarnar fyri at tryggja, at brævatkvøðan kann góðkennast.

 

Síðani verður størri brævbjálvin opnaður og oyðiblaðið kanna, og eitt frámerki sett við viðkomandi á vallistanum, sum tekin um, at viðkomandi hevur atkvøtt. Síðani verður minni brævbjálvin, ið enn ongantíð er opnaður, lagdur í atkvøðukassan á valstaðnum. Á hendan hátt hvørvir brævatkvøðan í mongdini, saman við hinum atkvøðuseðlunum. 

 

Brævbjálvin við brævatkvøðuni verður ikki upplatin, fyrr enn atkvøðurnar verða taldar saman.

 

Samanumtikið, tá um brævatkvøður ræður, so er tað ikki ein innsiglaður atkvøðukassi í Snarskivuni, sum tryggjar loyniligt val, men út í æsir lógarásettar mannagongdir. Ein atkvøðukassi í Snarskivuni til brævatkvøður vildi tí bert havt seremoniella meining.