Bráðneyðugt at avgreiðabankamálið

­ Fær bankamálið ikki ein enda áðrenn løgtingsvalið, er vandi fyri at hetta verður eitt protestval móti Danmark og ríkisfelagsskapinum, sigur universitetslærari á Center for Nordatlantiske Studier við Århus Universitet

Dagny Joensen


Vagn Wåhlin er ein av fremstu granskarum innan føroysk viðurskifti. Hann heldur, at Nyrup Rasmussen situr á eini bumbu, sum er tíðarstillað at bresta á løgtingsvalinum, um ikki bankamálið verður avgreitt áðrenn valið.

Granskarin grundar síni sjónarmið á, at føroyingar ikki hava ein livandi kjans at gjalda aftur sløku seks mia. krónurnar, sum føroyingar skylda statskassanum.

­ So leingi sum føroyingar eru bundnir av óloysiligu kreppuni, fer valið bert at verða ørvitistos og klandur um ríkisfelagsskapin.

Harnæst stendur Tjóðveldisflokkurin til stóra framgongd. Um nú ein skjót loysn varð fingin í skuldarspurninginum, møguliga ein avtala um lagaliga afturgjaldsskipan, hevði tað verið ein sigur fyri miðflokkarnar, sigur Vagn Wåhlin.

Granskarin vísir á, at livikorini í Føroyum í krepputíðarskeiðnum lækkaðu 30 pst., bert fyri at gjalda skuldina. Ein skuldarsanering kundi tí skapað arbeiði og framgongd í samfelagnum.

Á henda hátt hevði borið til at sloppið undan stóru framgondini hjá teimum mest óhóvsomu, sum vilja hava loysing, sigur Vagn Wåhlin.