Julian Assange, stovnari av WikiLeaks, sum almannakunngjørdi loyniligu skjølini frá Bradley Manning, heldur Manning vera rætta hetju.
Assange skuldsetur Barack Obama fyri landasvik í viðgerðini av lekunum. Avdúkingarnar hjá Manning hava ikki offrað nakran - uttan bara stoltleikan hjá amerikonsku stjórnini, sigur Assange sambært Politiken.
Teldunørdur í Oklahama
Men hvør er Bradley Manning? Eitt tíðindafólk hjá dr.dk hevur roynt at gera lýsing av manninum.
Hann er 25 ár, samkyndur, 1,57 cm høgur og vigar bara 48 kilo. Hann var eisini lítil á vøkstri sum smádrongur. Hann varð føddur í býnum Crescent í Oklahama í 1987.
Hann spældi saxofon og hevði so stóran áhuga fyri kt og teldum, at hann sambært pápanum longu sum 10 ára gamal bygdi sína egnu heimasíðu upp.
Foreldrini vórðu skild, tá hann var 13, og Manning flutti í 2001 saman við mammuni til Wales, haðan hon var ættað. Í Wales varð hann happaður í skúlanum fyri at tosa við amerikonskum framburði, og tí at hann var nakað kventasligur.
Hótti fosturmammuna við knívi
Í 2005 flutti 17 ára gamli Manning aftur til pápan í Oklahoma. Í nakrar mánaðir starvaðist hann sum teldumennari. Stjórin hjá honum hevur sagt, at dronginum vantaði umsorgan.
- Eingin hevur tikið sær av hasum dronginum í langa tíð, hevur fyrrverandi stjórin sagt.
Pápin og Bradley høvdu tað rímiliga gott saman, men hann eintist ikki við stjúkmammuna. Einaferð hótti hann hana við knívi, tá tey skeldaðust um, at hann var arbeiðsleysur.
Seinni fór Manning í herin. Í oktober 2009 varð hann sendur til Irak sum fregnargreinari. Har hevði hann atgongd til dátugrunnar, sum amerikanska stjórnin brúkti til at senda loyniligar upplýsingar.
Hesum møguleika gjørdi Bradley Manning sær dælt av. Hann fór at lata felagsskapinum WikiLeaks duldar upplýsingar.
Í mai 2010 varð Manning handtikin fyri at leka upplýsingarnar. Millum loyniliga tilfarið, hann læt øðrum, vóru 250.000 skjøl frá amerikonskum sendistovum og 500.000 frágreiðingar frá herinum. Sumt av tilfarinum hevur seinni verið í fjølmiðlunum umvegis WikiLeaks.
Verjin hjá Manning hevur roynt at sannført dómararnar um, at Manning var stýrdur av samvitskuni. At hann var ungur og bláoygdur og helt, at kríggini í Irak og Afghanistan vóru alt ov blóðig og órættvís mótvegis borgarunum. Tað vildi hann upplýsa almenningin um.
Undir rættarmálinum hevur Bradley Manning viðgingið seg sekan í 10 av ákærupunktunum. Í gjár varð hann so funnin sekur í 19 av teimum 20 punktunum.
(Mynd: Brendan Smialowski ©)










