Bradford er á odda

Claus Bech Jørgensen hevur enn ikki fingið tíð á vøllinum hjá Bradford, sum er á odda í næst bestu ensku deildini

 

Ongland


Hálvi føroyingurin, Claus Bech Jørgensen, sum í summar flutti eina deild upp úr Bournemouth til Bardford, tykist ikki at hava serliga lætt við at vinna sær sess á liðnum.

Higartil hevur Bradford leikt tveir dystir, og við seks stigum fyri hesar, hevur liðið fyri fyrst vunnið seg fram á eitt fysta pláss í ensku 1. deild.


Kend nøvn

Tað eru nú heldur ikki hvør sum helst, sum Claus Bech Jørgensen stríðist við, í royndunum at vinna sær pláss á liðnum. Væl kend nøvn, sum áður hava verið at sæð í bestu ensku deildini, eru at finna á liðnum, og millum teir leikarar, sum hann kappast við á framrættaðu miðvallar- og álopsplássum eru millum aðrar Eoin Jess, Benito Carbone og Lee Sharpe, og meðan hesir allir hava prógva, hvør dugur er í teimum, er øðrvísi statt hjá Jørgensen, sum bert hevur spælitíð í triðbestu ensku og næst bestu donsku røðini at vísa á.

Alt hetta kann tó broytast nakað skjótt, um so er, at Bradford finnur onkran keypara til teir leikarar, sum fáa mest í lønarposan. Leiðslan í felagnum hevur ynski um at byggja eitt nýtt lið upp, men áðrenn hetta kann gerast, skal tamarhald fáa á fíggjarligu viðurskiftini í felagnum, og lættasti hátturin at gera hetta, er við at skerja útreiðslurnar.

Hvørt hetta so fer at tryggja hálva føroyingunum meira tíð á vøllinum, er ilt at siga, men tað verður so neyvan torførari framyvir, enn tað er í løtuni.