Brævatkvøðurnar kunnu avgera valið

Einans ein tinglimur er á muni millum politisku blokkarnar í svenskum politikki eftir valið til ríkisdagin í gjár. Reyðgrøni blokkurin hevur sambært fyribils uppteljingini 144 tinglimir, meðan blái blokkurin hevur 143 tinglimir.


Hóast reyðgrøni blokkurin hevur tann eina tinglimin meira, so manglar lítið í til at blái blokkurin fær meirilutan. Minni enn eitt hálvt prosent er nevniliga á muni millum blokkarnar í løtuni.


Sostatt er sera tætt millum blokkarnar, nú tær síðstu atkvøðurnar verða taldar í morgun. So mikið tætt, at mett verður, at valið verður ikki endaliga avgjørt fyrr enn brævatkvøðurnar verða taldar mikudagin. Tað eru atkvøður hjá teimum, ið atkvøddu áðrenn valið og svenskarum í útlondum. Tað skrivar svenska public service rásin SVT.


- Søguliga sæð er tað hent, at ein tinglimur skifti flokk frá sunnudegnum til mikudag. Tað var støðan til tey bæði síðstu valini, men einki kann sigast fyri vist, sigur Henrik Ekengren Oscarsson, stjórnmálafrøðingar við SVT.


Til valið í ár høvdu 149.000 svenskarar kring heimin valrætt og kundu tey atkvøða í einum av 250 valhølum kring heimin. Undanfarnu ár hevur valluttøkan millum svenskarar í útlondum tó einans verið um 30 prosent.