Tórshavn 15. september 2003
Viðv. løgtingsins góðkenning frá 1993 av sáttmálanum um tryggjan av livfrøðiligum margfaldni, Convention on Biological Diversity, og verkætlan landsstýrisins til nýggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði.
Føroya Náttúruverndarfelag, FNU, loyvir sær við hesum at kunna tygum og løgting, at landsstýrið við vinnumálaráðnum sum byggiharra, við ætlaðu plasering og bygging av samferðsluhavnini á Trongisvágsfirði, kemur at fremja brot á løgtingssamtykt frá 1993 um góðkenning av altjóða sáttmálanum um tryggjan av lívfrøðiligum margfaldni.
Sambært sáttmálanum skulu øl lond gera tjóðarætlanir fyri varðveitan av djóra- og plantusløgum, vit skulu friða økir av serstakum týdningi, og vit skulu fremja umhvørvisárinsmetingar í samband við størri verkætlanir.
Í 1997 staðfesta útlendskir granskarar í samstarv við Biofar, at sjáldsamur tari, ikki funnin í Føroyum áður, finnist í økinum við Lítla Hólm á Trongisvágsfirði. Kanningar vóru seinast í 1987, og var tarin, nevndur Fugus serratus, tá ikki at finna á okkara leið.
Havnalagið er lagt soleiðis, at nøgdin av gróti verður avmarkað sum mest við at nýta innara part av Lítla Hólmi sum ífyllu til grótkastið. Úrslitið er at sundið millum hólmin og land, ið er 4-6 metur djúbt og 70 metur breitt, verður lokað. Streymviðurskiftini í víkini og kring hólmin broytast stórliga, og vil tað hava við sær árin og broytingar á alt djóra- og plantulív í økinum. Lívfrøðingar siga, at við sjáldsomum plantusløgum fylgja ofta sjáldsom djórasløg.
Brot er ikki enn framt á løgtingssamtyktina frá 1993, og er tí kannað eftir, at umleið 50 metur frástøða til hólmin vil nøkunlunda tryggja óbroyttum streymviðurskiftum.
Vísandi til, at einki er gjørt við uppfylging av sáttmálanum, og at vinnumálaráðið, um ikki annað verður gjørt, innan leingi kemur at bróta nevndu løgtingssamtykt, verður biðið um, at tygum, sum formaður fyri løgtingið, kunna bera so í bandi, at landsstýrið og vinnumálaráðið fáa boð, at løgtingssamtyktin um tryggjan av lívfrøðiligum margfaldni skal haldast.
Avrit er sent til Anfinn Kalsberg, løgmann, Bjarna Djurholm, landsstýrismann og Eyðun Eltør, landsstýrismann við umhvørvismálum.










