Bráðvøkstur í søluni av oyralurtum

Korona hevur skapt stóran vøkstur í søluni av tráleysum oyralurtum og heilsu-urum

Koronukreppan hevur eftir øllum at døma lagt upp til størri flytføri og tilvitan um heilsu. Í øllum førum er sølan av tráðleysum oyralurtum og snildum urum, sum kunnu máta ymisk heilsu- og venjingartøl, vaksin í stórum í 2020.

Ein uppgerð hjá greiningarfyritøkuni IDC vísir, at sølan av hesum lutum vaks við meira enn 28 prosentum á heimsmarknaðinum í fjør. Samanlagt vóru seldar 445 milliónir eindir av elektronikki, sum tú kanst seta á kroppin – serliga ur og oyralurt.

– Heimsfarsóttin hevur hjálpt marknaðinum á hesum øki, tí fólk eru vorðin meira tilvitað um heilsu og rørslu, og heilsuforrit og heilsumátarar eru vorðin ein týðandi partur av hesum ráki, sigur Jitesh Ubrani, sum er greiningarleiðari hjá IDC, við Berlingske Business.

IDC sigur, at 2020 varð árið, tá ið tráleysu oyrapropparnir veruliga fingu undanvind á marknaðinum, og teir stóðu fyri 64,2 prosetnum av sølunum av sonevnum elektroniskum »wearables« – altso elektroniskir lutir, sum tú kanst seta á kroppin.