Yvirgangur
Árni Joensen:
Í síðstu viku tók løgreglan í Indonesia ein mann, sum síðani er skuldsettur fyri at hava verið høvuðsmaðurin aftan fyri bumbuspreingingina á Bali, har meiri enn 180 fólk lótu lív.
Í gjár kunngjørdi løgreglan, at hon er farin at leita eftir tveimum brøðrum hjá tí handtikna manninum. Løgreglan heldur, at teir báðir vóru eisini uppi í spreingingini, men fyribils verða teir skuldsettir fyri at hava brotið vápnalógina.
Talsmaðurin hjá løgregluni segði í gjár, at teir báðir brøðurnir verða væntandi tiknir um stutta tíð. Hann vildi tó ikki siga, um løgreglan veit, hvat teir fjala seg.