Brøður á hvør sínum landsliði

Brøðurnir Granit og Taulant Xhaka, skulu møguliga spæla móti hvørjum øðrum í EM.

Hóast Granit og Taulant Xhaka eru brøður, umboða teir hvør sítt landslið. Meðan Granit spælir fyri sveits, umboðar Taulant Albania. Lutakastið til EM vildi tað so, at Sveis og Albania endaðu í sama bólki, og sostatt kunnu teir enda á hvør síni hálvu, tá liðini bæði bresta saman leygardagin klokkan 14.

 

Granit Xhaka er 23 ára gamal og stóribeiggin Taulant Xhaka 25. Báðir eru teir føddir í Basel, Sveis, men foreldur teirra flýddu higar fyrst í 90'unum úr Kosovo-Albania.

 

Teir fingu báðir sín fyrsta sáttmála við FC Basel í 2010, men meðan Taulant enn spælir har, lá leiðin hjá Granit Xhaka í 2012 til Borussia Mönchengladback og í fyri góðari viku síðani skifti hann til Arsenal.

 

Orsaka av, at foreldur teirra eru úr Kosovo-Albania, stóð teimum í boði at umboða antin Sveis ella Albania. Hóast hann segði tað vera eina torføra avgerð, so valdi Granit Xhaka at spæla fyri Sveis, tí hann føldi ongan áhuga fyri sær frá albanska fótbóltssambandinum, segði hann.

 

Eldri bróðurin, Taulant, fór hina leiðina. Honum hevur ongantíð staðið í boði at umboða Sveis, so tá albanska fótbóltssambandið sendi boð eftir hon í 2013 tók hann av.

 

Les meiri um teir báðar, um fyrsta dystin hjá Granit Xhaka móti Albania og um onnur brøðrapør, sum hava spælt móti hvørjum øðrum, í EM-blaðnum, sum var borið út í hvørt heim í dag, og sum annars er til keyps í sølubúðunum sum partur av Sosialinum.

 

Har er dystaryvirlit, gjøgnumgongd av øllum liðunum og søgur úr hvørjum bólki sær. Alt tær tørvar, til at brynja teg til ein mánað við framúr fótbóltsundirhaldi úr Fraklandi.