Tomislav Nikolic, sum vann forsetavalið í Serbia fyri nøkrum døgum síðani, hevur verið í Moskva og tosað við starvsbróðurin, Vladimir Putin. Sambært russisku fjølmiðlunum fekk Nikolic eina hjartaliga móttøku.
-Tú veist, at Serbia er ikki bara okkara týdningarmikli samstarvsfelagi á Balkan. Tit eru eisini okkara brøður í andanum, og tað er grundvøllurin undir okkara sambandi frameftir, segði Putin við Nikolic.
Herfyri samtyktu russar at læna Serbia eina milliard dollarar, og higartil hava serbar fingið 10 prosent av láninum útgoldið. Putin sigur, at nú er tíðin komin til at lata serbum hin partin eisini.
Serbia hevur søkt um limaskap í ES. Tomislav Nikolic hevur verið talsmaður fyri tættari samstarvi við Russland, men síðani hann vann forsetavalið, hevur hann sagt, at Serbia fer at halda fram á somu evropeisku kós sum tey seinastu árini.
Nikolic tekur við forsetaembætinum tann 1. juni.










