Brøtt mótbrekka hjá AB longu frá fyrsta minutti

(FM1) Tað var ikki meir enn ein minuttir farin av dystinum, so mátti Heðin Stenberg í málið eftir bóltinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við málverjan hjá AB, Heðin Stenberg sum mátti tríggjar ferðir í málið eftir bóltinum, tá hann og liðfelagarnir taptu 0-3 ímóti KÍ norðuri í Klaksvík.

 

Heðin Stenberg ásannar, at tað gjørdist tung mótbrekka longu frá fyrsta minutti tá KÍ kom á odda.

 

Tá so AB heldur ikki í hesum dystinum tók av málmøguleikunum teimum stóðu í boði, so gjørdist tað aftur ein dagur við ongari úrtøku.

 

So leingi tað er lív so er vón, og Heðin Stenberg undirstrikar, at AB fer at stríðast manniliga fyri at fáa úrtøku í dystinum ímóti Víkingi úti í Vika á Argjum komandi leygardag.

 

HERber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jóannes Bjartalíð hjá KÍ.