”Brátt ljóma paukur og strúkarar aftur í norði”

Innihaldsliga er nýggja yrkingasavnið hjá Hanusi Kamban, Café Europa, spennandi og tankavekjandi. Í formi og arkitekturi originalt og gjøgnumtonkt. Her eru eingir banalitetir, men víðsjón og europeisk mentan.

Hanus Kamban er ein maður, sum hevur lisið, kannað og sæð. Hann hevur ferðast, upplivað og undrast. Hann er ósmæðin og djarvur í sínum málbrúki. Hann hevur óvæntaðar sjónarvinklar og associatiónir, har føroyskt, modernað, klassiskt, popp-beat-rock og Guinness á Dickens Bar verður serverað ómakaleyst. Spurningurin er so, um víðsjón er tað sama sum visión. Neppa. Og tó?

Slært tú á glasið, so hoyrist ein reinur klingandi tóni í langa tíð - hetta er krystal uttan rivur ella bløðrur. Men hvat vil hesin singularitetsins villfalkur siga okkum?

 

Eksistentialisma og Terra Incognita

Ein partur av andsmentanini í yrkingum Hanus Kambans er leitingin eftir tí eksistentiella. Í yrkingini ”Heim” verða hesi tingini søgd púra einfalt við (næstan) vanligum orðum:

 

heim rópar sálin heim eg

taki bussin og fari út í býarins

terra incognita og fari av

á skeivum stað

 

Longu her bivar hjartað, tú ert farin skeivur, finnur ikki. Longu her rullar tragedian.

Eisini tað basala og í grundini banala– at fara herfrá – er viðgjørt. Sum í yrkingini ”Skríggið”, ið at enda hevur hesar reglur:

 

hvar at fara?

hvar at vera?

hvar at rýma?

brátt at skýma?

 

koyggjuhurð smellir: veri her

ongar dyr

 

Kanska bendir heitið á yrkingini á Edvard Munch, men hjá mær kom Salvador Dali ófráboðaður upp úr eskjuni. Surrealisma?

Av tilvild – kanska - er arkitektururin í fyrstu yrkingini í savninum ”Heimahøllin” næstan tann sama sum í yrkingini ”Grøvin hjá H.P. Lovecraft” (báðar hava fýra deildir við 4-4-3-3 reglum). Tann fyrra endar so:

 

her livst í æli ælasliti ekka

og dýrd til hann sum rekur hugans grindir

av hongslum finst matur her og drekka

 

Kann lesast sum ein positiv resignatión - tað kundi verið so gott, um ... ? Ja, ’ger borglið breið’. Hvør ið hesin Lovecraft, sum spøkir fleiri ferðir, er, havi eg ikki kunna googlað meg fram til enn.

Seinna yrkingin hevur hendan enda, sum er meira civilisatións-pessimistisk

 

at vestmanna veldi er jøkil á rók

sum króktímans gudleysi íbinviðar vongur

skal kveistra sum pu úr alheims bók

 

Andsmentan ella Religiøsitetur?

Verður yrkingin ”Menniskjusonurin” lisin fyri áljóðandi, kundi man stempla yrkjaran sum ateist. Kanska er hann tað. Mær er tað ikki so áhugavert. Fyrstanin ljóðar soleiðis:

 

alt hetta roksið við

ediki spjóti í síðuni og

uppreisn triðja dagin

so bygdasliga passé

 

í dag vita vit betur

 

í kjallaranum í Samarkand

lora vit hugtiknir tað

livandi páskalambið

niður í tann spruttheita pottin

 

dagin eftir á borðinum

hjá tannvátum evangelistum í

Richmond og Dallas og

í Havn

 

Eg lesi hetta meira sum eitt nei til banala uttanatslæru, halleluja-fascismu og konformitet. Um eg týði Hanus Kamban rætt, so er hetta ikki anti-religiøsitetur (re-ligión: tað sum bindur saman). Meira ein háloving av umtanka og eftirtanka - ein roynd at brúka ta gávu, vit hava fingið: evnini at undrast, at seta spurningar, at hugsa seg um og ikki minst: dirvið at siga frá okkara tankum. Ella bara háloving av andsmentan?

 

Veri sál tín trygg

veri lund tín kvirr

kom við mær og grynn

har tú ei grynti fyrr

 

Ufo-Galskapur í Garnatálg

Við elegantum, yvirberandi eygnabrá profanerar hann ta brutalu nationalismuna og tað grunna Jet-settið, til dømis í yrkingini ”Skuggastjórn” har garpar sum Dunganon yngri, Hálvtummil, Tvey upp og eitt í Mentu, Ravnapól og Lucia Theresa von Löwenfelse verða negld upp á steyran.

 

Niður úr sólsurksins glámlýsi

mær landi og tjóð til verndar ufoanna ótaldu fjøldir

 

Somuleiðis fáa ”Tíðarprinsar” av at vita:

 

andlitsleys egghøvd við

Brecht-stapum og ossetiskum

kakulakk-mustasjum við ”konseptum”

og ”synergieffektum” og ”branding” og ”boom

 

 

”So many different suns”

Eitt fyribrigdi er í yrkingum Hanus Kambans, sum annars sjáldan sæst. Hann kennir plantur og nøvn teirra bæði í bø og haga. Annars er gróðurreins ofta betri kent enn snjósølja Men her: Ribesrunnar, arnica, eirisgras, hjálpirót, gloymmegei, tistil, kattarklógv og eygnagras. Ella sum í "Stygian Orchid" har hann býtir kápukonu, børkubónda, mariustakk út til vinkonur. Men móti endanum tekur yrkingin eina vend móti Dire Straits - kanska: meðan bróðir brýnir øks móti bróðir … nevermore

Knopfler syngur: We’re fools to make war on our brothers in arms

 

Sjaldsamur Arkitekturur

Her hugsi eg um formin, hvussu yrkingar eru uppbygdar. Hyggur tú at síðunum, so líkist teksturin oftast vanligum yrkingum, men eru tað ikki altíð. Í støðum eru fastir versaføtur og endarím, sum tá hjá rímar uppá brá, og ramir uppá hamir.

Og kanska fæst fornemilsi av vanligum enda-rímum, tí ”endarnir” ríma. Men er tað heldur so, at endarnir rýma? Tá ber ikki til at liða yrkingina sundur í ørindir, men tað verður ein spontan heild, sum registrerast ”syntetiskt”, sum Kant vildi sagt. Eitt nú í yrkingini ”Myndahøggarin”, har eg finni eitt festi, og haldi fram soleiðis:

 

… einbúgvin tann høviska hvørs hurða-

hongsl ofta ríktu…

 

Orðið hurða-hongsl verdur brotið av, tí arkitektururin krevur eitt rím uppá furða.

Á hinum extremitetinum stendur ”Tann samanklamsiligi”, ein yrking ella bara eitt stykki, hvørki vers, rím knekkprosa ella setningar. Fjúrtan langar reglur um ein violinkassa.

 

Ríkidømi í Málinum

Ein visión í hesum savni - soleiðis síggi eg tað - er at lata málið liva sítt natúrliga lív, sum ein ævigt broytiligur partur av andliga og materiella veruleikanum. Eitt er tann eksisterandi veruleikin og følilsir hjá menniskjum, næsta er okkara sansing og tankar um hetta, og so koma okkara orð og setningar – málið, sum at enda verða rekonstruerað í eina grammatikk og ortografi. Fyri hvørt stigið minkar komplexiteturin og ríkidømið. Lívsins upphav er ikki ein nevndarsamtykt, men tann pulserandi universelli veruleikin.

Skal yrkjarin hava Euklid, Goethe, Gratefull Death, Kant, Kepler, Lennon, Mann, Marx og Praxiteles inn í universið, so noyðist hann út í stóru verð. Eg hefti meg beinanvegin við navnið á yrkingasavninum. Café Europa. Ein provokatión? Natúrligur partur av veruleikanum. Probaton er enntá skrivað við greskum bókstavum. Er tað at gera seg upp - ella víðsjón?

 

Janus og Hanus

Loyvi mær at siga, at Janus Djurhuus hevði ta klassisku romersk-greksku mentanina sum barlast í sínum skaldskapi. Men Hanus Kamban hevur ta europeisku, humanistisku mentanina sum viðføri og sjónarring. Tí er hetta yrkingasavn ein dýrgripur at fáa. Vit eru komin aftur til tað vakra, ríka og søguríka europeiska landslagið í Toscana. So kunna vit – kanska – stilla svøltin eftir lands míns angandi kroppi - á Grote Markt, hví ikki?