Brátt klárt at reisa høllina

Brátt er klárt at reisa marghøllina í Vági.

Í hesum døgum eru serkønir menn úr Finnlandi í Vági, har teir seta saman og brátt reisa marghøllina í Vági.

 

 

farni dagarnar hava teir lagt "beinagrindina" út í sjálvari høllini, so klárt verður at seta saman og reisa.

 

 

Eftir er at seta beinin undir høllina, hetta arbeiðið er byrjað, soleiðis at høllin er klár at reisa.

 

 

Vágs Ítróttarráð letur byggja Marghøllina í Vági, sum hevur til endamáls at skapa framúr góðar umstøður til fótbólt, frælsan ítrótt og annað virksemi í innandura stórhøll við graslíki, rennivølli og øðrum.