Samferðsla
Skopun: Nú bróta teir Skopunar Havn niðuraftur. Tó ikki alla, uttan bara ein part av pierinum við innsiglingina.
Einaferð var tað Ritan, sum var »for tjukk«. Nú er tað Teistin. Men ráð eru fyri tí. Innsiglingin verður víðkað, so hann ótarnaður kann sigla ígjøgnum. Men tað krevur so aftur, at portrið verður longt.
Tiknir verða seks metrar av molanum, og portrið verður so longt tilsavarandi, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun. Hvat hetta arbeiðið fer at kosta, veit borgarstjórin ikki at siga.
Sosialurin hevur frætt, at tað fer at kosta einar seks milliónir krónur. Tríggjar fyri at taka molan niður og gera skinnarar til portrið í aftur stubban. Og aðrar tríggjar fyri at leingja portrið. Av havnadeildini hjá Landsverkfrøðinginum fingu vit tað svar, tá vit ringdu, at tað var bara landsverkfrøðingurin sjálvur, sum kundi svara okkum upp á spurningin. Men Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, var ikki at hitta, so tað bar ikki til at fáa alment váttað, at hetta arbeiðið í Skopunar Havn kostar seks milliónir krónur.