Ein kanning av lønarviðurskiftunum hjá monnum og kvinnum á svenska arbeiðsmarknaðinum vísir, at ein stórur meiriluti av arbeiðsgevarunum bróta lógina, sum sigur, at menn og kvinnur skulu hava somu løn fyri sama arbeiðið.
Higartil hevur kanningarúrslitið havt við sær, at umleið 5.000 løntakarar hava fingið lønarhækking í samsvari við lógina, skrivar svenska tíðindastovan TT, sum sigur kanningina vera ta størstu av sínum slagi í Svøríki nakrantíð.
Svenska lógin áleggur arbeiðsgevarum at eftirkanna lønarviðurskiftini hjá hvørjum einstøkum medarbeiðara eina ferð um árið. Kanningin avdúkaði, at 80 prosent av arbeiðsgevarunum hildu ikki lógina um lønarjavnstøðu.
-Higartil hava 44 prosent av teimum seku fingið viðurskiftini í rættlag, og 5.246 fólk hava fingið lønarhækking. Av teimum eru 90 prosent kvinnur, sigur Javnrættindastovan í Stockholm sambært TT.