Brüssel skal ikki endurtaka seg

Helena Dam á Neystabø heldur, at tað var óheppið at Uttanríkisráðið rindaði Kringvarpinum fyri ein journalist og fotograf at verða við í Brüssel. ? Hetta eigur ikki at endurtaka seg, sigur hon. Helena Dam á Neystabø hevur svarað einum §52 spurningi frá Sjúrði Skaale, tingmanni hjá Tjóðveldi, í kjalarvørrinum á avdúkingini um, at Uttanríkisráðið rindaði Kringvarpinum fyri at fáa Boga Godtfred og ein fotograf við til undirskrivingina av granskingarsáttmálanum millum Føroyar og ES.

Sjúrður Skaale spurdi, hvussu landsstýriskvinnan heldur hetta vera í samsvari við tær ásetingar um óheftan tíðindaflutning, sum standa í hennara uppskoti til public-service sáttmála millum politiska myndugleikan og Kringvarp Føroya.

- Tað at tryggja ein óheftan tíðindaflutning hevur verið ein av hornasteinunum fyri meg í sambandi við public service-sáttmálan. Public service-stovnurin hevur eina skyldu at bera Føroya fólki tíðindi, sum eru óheft og fjølbroytt. Í hesum liggur millum annað at granska eitt evni úr ymsum sjónarhornum og lýsa tað á dygdargóðan hátt, sigur Helena Dam á Neystabø.

- Tað, at eitt tíðindafólk var við til undirskrivingina av sáttmálanum um granskingarsamstarv, er í góðum samsvari við at varpa tíðindi av týdningi og áhuga fyri føroyska samfelagið,svarar hon tingmanninum hjá Tjóðveldi, og leggur afturat:

- Mannagongdin í sambandi við at Uttanríkisráðið hevur bjóðað sær at gjalda fyri, at ein serstakur miðil var við, er eftir mínum tykki óheppin. Bæði almenna fyrisitingin og almenni kringvarpsmiðilin eiga at taka ábreiðslurnar til eftirtektar, soleiðis at hetta ikki endurtekur seg í framtíðini. Einasti máti at tryggja óheftni er at hava ein frían marknað á tíðindaøkinum, har ymsu miðlarnar eru javnt stillaðir og ikki kunnu koma undir illgruna fyri at tæna øðrum enn áhugamálunum hjá borgarunum.

Sjúrður Skaale hevur enn ikki fingið svar frá Jørgen Niclasen upp á sín fyrispurning um sama evnið. Freistin hjá landsstýrismanninum at svara var úti í gjár, 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er settur, men hevur Uttanríkisráðið boðað frá, at vegna sjúkramelding og ferðing varð trupult hjá teimum at svara til tíðina, og at hetta verður gjørt skjótast gjørligt.