Torleif Johannesen
------
Eftir at hava lisið á Portalinum um felags tónlistarligt tiltak millum fólk úr brøðratjóðunum Føroyum og Íslandi, siti eg eftir við eini løgnari kenslu.
Ikki tí, eg kenni hvørki tónleikin ella fólkini aftan fyri hann.
Tað sum undrar meg, og fær meg at skriva hesar reglur, er heitið á tiltakinum og grundgevingin fyri tí.
Sambært kunningarskrivinum, so hevur konsertferðin fingið heitið: “Ferðin til Heljar” tí “tað merkir tað sama í føroyskum og íslendskum, og symboliserar brøðraskapin og felags mentunararvin, sum er millum tjóðirnar”
Óivað er heitið valt, fyri at provokera. Tað hava tey eisini loyvi til.
Eg ynski ikki at vera kristiliga erkvisin, men vil tó siga, at konsertferðin kundi havt nógv onnur heiti, sum merkja tað sama á føroyskum og á íslendskum.
Fyri tað næsta, so er “Ferðin til Heljar” eitt løgið heiti fyri eitt tónlistarlit tiltak í tveimum brøðratjóðum, sum hava verið “kristnar” í gott 1000 ár, og sum hava kristindómin sum felags mentunararv við krossmerkinum í flagginum. Virdu hesi fólk veruliga felags kristna mantanararvin, so hevði eitt tílíkt heitið als ikki komi upp á tal. So øvut kann mentan lýsa í navni mentunarinnar.
Fyri tað triðja, so verður, sambært bíbliuni, lívið her og um ævir ein “Heljarferð” fyri tann, sum tilvitað ella í líkasælu vendir Kristi bakið.
Bøn og vón mín er tí, at vit sum fólk og brøðrafólk, ikki eru á heljarferð, men á himmalsferð – saman við Kristi.










