Foreldrini í sonevnda Brøndeslev-málinum vórðu í kvøld kend sek í so at siga øllum ákærum. Mamman kann fáa upp til átta ár, meðan pápin helst fær óavmarkað fongsul. Klokkan 18.00 føroyska tíð læs dómarin, Dorthe Petersen, dómin yvir foreldrini í Brønderslev-málinum, sum tríggir dómarar og seks nevningar hava avgjørt.
Foreldrini, Tina Eva Jensen, 37, og Harry Anton Larsen, 41, kunnu vænta sær langar fongsulsdómar. Revsingin verður útmált 21. juni, og pápin kann vænta óavmarkaða fongsulsrevsing, meðan mamman kann fáa upp til átta ár.
Foreldrini eru funni sek í umfatandi vanrøkt, harðskapi, innilæsing og óteljandi kynsligum ágangi.
Málið verður umrøtt sum ringasta dømi um vanrøkt í Danmark yvirhøvur.










