Brøndby-venjari gevst

Í vetur fer Tom Køhlert ikki longur at standa á odda fyri Brøndby

Seinastu tvey árini hevur hann verið venjari í danska høvuðsstaðarfelagnum, men á jólum loysir Kent Nielsen hann av í starvinum. Og danski venjarin staðfestir nú, at hetta verður hansara seinasta venjarauppgáva.

- Eg havi fleiri áhugamál enn bara fótbólt. Eg havi einki í hyggju í løtuni, men eg klári meg allarhelst, sigur Køhlert, sum áður hevur verið ungdómsvenjari í felagnum.

Tað verður í øllum førum Tom Køhlert, sum stendur við stýrisvølin, tá B36 vitjar hjá Brøndby.