Brøndby styrkir seg

Í morgun boðaði mótstøðuliðið hjá B36 í UEFA-Cup, Brøndby, frá, at sáttmáli er gjørdur við svenska miðvallarleikaran Alexander Farnerud

Hesin gjørdist meistari við týska liðnum VfB Stuttgart farna kappingarár, og hevur áður spælt við Racing Strasbourg og Landskrona. Nú hevur sviin so gjørt ein fýra ára sáttmála við Brøndby. Sambært Ekstrabladet hevur Alexander Farnerud spælt fýra landsdystir og 35 U21 landsdystir, umframt at hann varð kosin ársins talent í Svøríki.