Tá ið Brøndby sunnudagin fekk vitjan av Vejle í superliguni, skoraði Brøndby ikki færri enn trý brotssparksmál. Dysturin endaði 4-0 til heimaliðið. Fyrst var tað svenski Martin Ericsson, ið skoraði frá 11 metra blettinum. Stutt fyri steðgin fekk Brøndby aftur brotsspark, og hesaferð var tað Per Nielsen, ið fekk heiðurin at skjóta brotssparkið í málið. Eftir steðgin fingu teir gulu enn eitt brotsspark, og hesaferð var tíðin komin at royna okkurt nýtt. Ericsson rullaði brotssparkið ein metur til vinstru, har Morten Rasmussen kom við rúkandi ferð og setti bóltin í netið til 3-0. Ericsson skoraði seinasta málið.