Brøndby sett upp á pláss

Jylland bjóðar stóru feløgunum í Keypmannahavn av í stríðnum um donsku fótbóltstrónuna

SUPERLIGAN

Eins deyð er annars breyð plagar at verða tikið til. Jón Rói Jacobsen er framvegis heilt uttanfyri besta liðið hjá Brøndby. Tað hevur verið torført at sleppa framat, tí tað hevur gingið væl. Sunnudagin gekk ikki væl hjá Brøndby. Teir taptu á heimavølli ímóti FC Midtjylland. Aftaná varð tað serliga fokuserað á, at álopsparturin hjá Brøndby hevði ikki verið nóg avgjørdur. Tað er ikki har, at Jón Rói Jacobsen er ætlaður at styrkja um, sjálvt um eingin í Føroyum ivast í álopsdygdunum hjá honum.
FC Midtjylland vann 3?1. Stóri spælarin var Mohamed Zidan, sum skoraði fyrsta og síðsta málið, og sum átti uppleggið og skotroyndina, sum bar 2?0 málið við sær. Brøndby málverjin hálvbjargaði, og so var innskifti Jesper Mikkelsen á rætta staðnum.
Fyrsta málið fekk FCM í 1. hálvleiki, tá ið heimaliðið á Brøndby stadion hevði nógv spæl, men ikki megnaði at fáa úrtøku burturúr. FCM var væl betri við í 2. hálvleiki, tá ið teir aftur fingu mál í 76. og 79. minutti. Mattias Jonson pyntaði um, tá ið tað restaðu fimm minuttir, og teir flestu av teimum 11.314 áskoðarunum vóru ikki nøgdir. Teirra lið, Brøndby, hevði mist oddasessin.
Nýtt oddalið í Danmark er Esbjerg. Teir áttu heimavøll ímóti Herfølge, sum hevur tað eitt sindur torført í botninum. Esbjerg vann 2?0, og sigurin og avrikið sum heild varð mett at vera ógvuliga sannførandi. Brøndby er nummar tvey, og eftir 2?0 sigurin á Frem er FCK á triðja plássinum.
Síðani AaB skifti venjara hava teir í fýra dystum fingið tíggju stig. Tað vil siga, at teir hava ikki tapt. Hesa ferð høvdu teir vitjan av AGF, sum hevði vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar. AaB vann 2?1. Fyrra umfarið var málleyst. Eftir steðgin varð Christian Lundberg settur í AaB álopið, og eftir lítlari løtu hevði hann skorað tvey mál. AaB vann 2?1, og tað merkisverda var, at AaB málskjúttin búleikast í Århus og koyrir langa teinin til Aalborg at venja og spæla.
OB vann 2?1 á heimavølli ímóti AB, sum í summar hevur selt fleiri av góðu spælarunum. Nýggi AB venjarin, Henrik Jensen, hevur ásannað, at spælararnir hjá honum eru ikki nóg væl fyri. Hann ætlar, at teir skulu venja konditión, tá ið danska kappingin eftir næsta vikuskifti fer at hava frí í tvær vikur, tí landsliðið skal spæla. Leygardagin skal AB spæla ímóti FCK.
Í Farum vann FC Nordsjælland 2?1 ímóti Viborg. Talan var um rættuliga týdningarmiklan sigur, tí nú er FC Nordsjælland millum liðini í miðjuni á deildini.