Brøndby nógv meiri sannførandi enn FCK

Lagið í meistaraliðnum er einki serligt, og tað tykist sum nýggi venjarin hevur stóra avbjóðing at taka sær av

 

Superliga


Tað var góður hýrur í Brøndby sunnudagin. 28.116 áskoðarar vóru kring vøllin, og karmurin var, sum hann eigur at vera. Men spælið var einki at reypa av, tá Brøndby hevði vitjan av FCK. Talan var um nógvar nærdystir og um nógvar taktiskar bindingar, og tískil var talan ikki um serliga nógv av poleraðum og fínum fótbóltsspæli.

Eingin ivi var um, at tað var heimaliðið, sum var betri fyri. Hjá FCK sleit Todi Jónsson seg nakrar ferðir til hálvar og fjórðings møguleikar. Zuma, sum tað hevur verið sagt og skrivað so nógv um seinasta hálva árið, tóktist slitin og erkvisin, á miðvøllinum var spælið ikki so skipað, sum tað hevur verið, í verjuni vóru óbøtandi mistøk, og málverjin var óstøðugur.

Eingin sigur tað beinleiðis, og Todi Jónsson vil yvirhøvur ikki koma inn á tað, tá vit fregnast hjá honum. Men tað tykist sum um, at fleiri av spælarunum, sum vóru við til at vinna DM í summar, nú leingjast eftir nýggjum avbjóðingum. Árið við Roy Hodgson var framúr, og síðani hevur verið nógvur turbolensur. Um FCK skal koma fyri seg nú beinanvegin, so skal Hans Backe vísa serlig evni.

Brøndby kom á odda í 25. minutti. Ruben Bagger skoraði, og fráfarandi FCK venjarin, Niels Christian Holmstrøm, kallaði eftir dystin ein spaka fyri ein spaka. Hann peikaði á miðverjan Kim Madsen, sum hann helt í sambandi við málið hava gjørt tvey so grov mistøk, sum ikki eiga at koma fyri á hægsta støði, og liðfelagin hjá stakkals manninum, Jakob Laursen, gav venjaranum rætt.

Svenski FCK málverjin, Magnus Kihlstedt, var ikki sannførandi í sambandi við 1?0 málið. Í 2. hálvleiki gjørdi málverjin tað gott aftur. FCK spenti álopsbogan, uttan at tað gjørdist serliga vandamikið. Hetta hevði við sær, at Brøndby fekk fleiri góðar møguleikar, men FCK málverjin var tryggur.

Í yvirtíðini skoraði Brøndby fyri aðru ferð, og nú eru tíggi stig frá FCK og fram til Brøndby.


AaB hongur í

Besta boðið upp á DM uttanfyri Keypmannahavn er AaB, sum eisini hesa ferð gjørdi sítt. AaB var í Silkeborg, har tað stendur heilt illa til, eftir at teir hava selt fleiri av stuðulsspælarunum. Eydnan er sjáldan við teimum veiku, plagar at verða tikið til, og soleiðis var tað eisini í hesum dystinum. AaB var sera heppið at fáa sigursmálið í síðstu løtu.

Í Odense hekk lívið hjá OB venjaranum í heilt klønum tráði. Men í síðstu løtu eydnaðist tað upp á brotsspark at javna til 2?2 ímóti AB, og harvið eitur OB venjarin ? í hvussu so er eina viku afturat ? Troels Bech.

Esbjerg tapti fyri stuttum 7?0 á heimavølli ímóti Brøndby. Síðani tá hevur gingið sum eftir ánni. Sunnudagin vann Esbjerg 2?0 í Viborg, og nú er felagið hjá Christian Høgna Jacobsen uppi undir teimum ovastu.

Vejle hevði møguleikan at fáa øll stigini ímóti FCM. Men í evstu løtu misnýttu teir eitt brotsspark, og so var úrslitið 1?1.

Í gjárkvøldið skuldu Lyngby og AGF spæla. Felags fyri hesi bæði feløgini er, at tey eru í sera stórum fíggjarligum trupulleikum.