Superligan
Tað eru framvegis fýra stig millum tey bæði føroysku útisetaefeløgini í donsku superliguni, FCK og Brøndby. Síðani kappingin varð uppafturtikin, er munurin minkaður við fimm stigum, so nú ræður um hjá Brørndby at halda fast um trýstið.
Uppgávan hesa ferð er tó ein av teimum truplu, tá Jón Rói og teir skulu vitja í Odense, har OB millum annað hevur sent FCK heim við ongum.
Roknast kann her við, at Jón Rói enn einaferð má taka til takkar við einum plássi á beinkinum. Í øllum førum hevur Michael Laudrup onga orsøk at seta nakran av eftir sigurin á Brøndby í miðvikuni, men møguleikin hjá Jón Róa kann kanska vera, um onkur av leikarunum hevur tørv eitt sindur av hvílt eftir tveir somikið harðar dystir seinastu vikuna.
Hjá FCK er framvegis ivi um fleiri leikarar, so møguliga verður Todi Jónsson aftur í hópinum, tá FCK leygardagin tekur ímóti Esbjerg í donsku SAS-liguni. Í øllum førum eru Thomas Røll, Christan Lønstrup og Thomas Antonelius skaddir, og hartil valdar ivi um, hvørt Erik Mykland og Peter Christiansen eru tøkir leygardagin. Eingin av hesum var við í fjórðingsfinaluni ímóti Brøndby herfyri, so enn sær ikki heilt svart út hjá Toda Jónsson.










