Tað er heyst í Danmark. Áhugin fyri fótbólti og superliguni er størri, enn hann nakrantíð hevur verið. Men tá ið oddaliðið Brøndby siglir sín egna sjógv, og lítið av nøkrum, sum er óvæntað, tekur seg upp, so verður tað eitt sindur trivielt.
Tá ið so ein syndarlig vanlukka sunnudagin í Parkini kostaði einum 24 ára gomlum FCK viðhaldsmanni lívið, var tað øgiligt, sum pressan skúmaði. Tilburðurin hevði sín uppruna í, at FCK liðformaðurin og miðverjin, Bo Svensson, varð rikin av vøllinum. FCK spældi móti Viborg, sum hevur tikið øll av bóli, tí jydarnir eru næstfremstir. Tað hevði eingin undan kappingarbyrjan roknað við.
Hjá FCK hevur tað gingið illa, og sunnudagin var einki undantak. Miðskeiðis í 2. hálvleiki var støðan framvegis málleysur javnleikur, tá ið dómarin hevði ostaskorpuna á lofti. Hann metti FCK liðformannin hava forbrotið seg so mikið, at hann skuldi vísast av vøllinum. Tað fall trongdu heimaáskoðarunum fyri bróstið, og hesin 24 ára gamli maðurin, sum var millum teir í ovaru røðunum, var so fortørnaður, at hann við ferð rann fram móti girðingini. Hann gjørdi so mikið nógv av, at hann datt út um girðingina. Fallið var stórt ? onkur vildi vera við, at tað var níggju metrar, og aðra staðni søgdu teir 12-15 metrar. Norski miðvallarin hjá FCK, Magne Hoseth, var tann fyrsti, sum gjørdi dómaran varðugan við, at okkurt var spinnandi galið. Heilt skjótt varð ungi maðurin tikin upp og fluttur á Ríkissjúkrahúsið. Tað gjørdist deyðatøgn í Parkini, har eingin hugsaði um fótbóltsspælið, og dómarin bríkslaði dystin av. Seinni sunnukvøldið komu so boðini um, at 24 ára gamli FCK viðhaldsmaðurin var deyður.
Tilburðurin hevur skelkað danska fótbóltsheimin. Tað verður spurt, um trygdin í Parkini er, sum hon eigur at vera. Tað er hon, siga teir í DBU, eftir at teir hava kannað umstøðurnar.
DBU tók í gjár støðu til, hvussu tað skuldi verða við dystinum. Fleiri møguleikar vórðu frammanundan nevndir. Ein var, at nýggjur dystur skuldi ásetast, og ein annar er at bara tann løtan, sum var eftir, skuldi spælast. Viborg hevði týðuligan fyrimun, tá ið støðan var 0-0, og ein av FCK spælarunum var rikin av vøllinum.
Í gjár gjørdi DBU eina triðju niðurstøðu. Teir avgjørdu, at einki skal gerast við niðurlagda dystin. Úrslitið verður skrásett sum málleysur javnleikur.
Toppur og botnur
Við málleysa javnleikinum fyri niðurlagda dystin er Viborg framvegis næstfremst. Á odda er Brøndby, sum er rættuliga sannførandi. Leygardagin vóru teir í illfýsnum heystarveðri í Randers. Heimaliðið stríddist tað, sum teir kundu, og í fyrra umfarinum vóru teir heilt væl við. Tað varð mett ikki at vera sambært leikgongdini, at Brøndby legði seg á odda stutt undan steðginum. Í 2. hálvleiki gekk orkan hjá botnliðnum undan, og Brøndby vann 2-0.
FC Midtjylland hevði vitjan av FC Nordsjælland. FCM vann 2-0, og teir eru framvegis á heiðursmerkjaplássi. Tað tók sína tíð, áðrenn glið kom á málskjótingina. Hóast teir í FCN ikki vóru so væl mannaðir, og hóast teir vóru undir støðugum trýsti, so megnaðu teir at halda tørn, inntil tað restaði eitt korter. Tá kom hol á, og fýra minuttir fyri leiklok varð sigurin staðfestur.
Hesa ferð taldist hann ikki millum málskjúttarnar, men Mohammed Zidan hjá FCM var frágera væl upplagdur. Hann fekk eina ferð bóltin í málið, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu. Upptøkurnar vístu, at talan var um dómaramistak.
OB er á fjórða plássinum. Síðstu vikurnar hevur ikki gingið nakað serligt hjá teimum í Odense. Teir hava tapt tríggjar dystir, og talan hevur verið um krepputos, og møguleikin hevur verið nevndur, at venjararnir báðir skuldu fáa sekkin, tí spælararnir hava hildið tónan ikki verið hóskiligan. OB vann 3-0 á Silkeborg, og harvið tagnaði krepputosið í OB ? fyribils í hvussu so er. Silkeborg er ikki leyst av niðurflytingarhóttanini. Teir eru bara eitt stig frammanfyri FCN, sum er næstaftast.
Nú kemur Esbjerg
Fyrsta triðingin av kappingarárinum gekk tað ógvuliga striltið hjá Esbjerg, sum síðsta kappingarár vann bronsu, eftir at teir leingi høvdu verið fremstir. Síðsta vikan hevur hilnast avbera væl hjá Esbjerg. Í trimum dystum hava teir fingið sjey stig. Sunnudagin vunnu teir væl spælda og intensa klassiska jyska uppgerð móti AGF. Úrstlitið var 3-1. Harvið hevur Esbjerg 17 stig og er bara eitt aftanfyri stórfeløgini AGF og AaB.
AaB vann heimadystin móti Herfølge 3-0, og sigurin var rættuliga sannførdur. Heimaliðið hevði eina ørgrynnu av málmøguleikum. Hetta var fimta ferðin á rað, at AaB fór av vøllinum uttan at hava tapt. Herfølge misti ein mann stutt undan steðginum. Eingin ivi man vera um, at teir í lítla felagnum á Sjællandi gleða seg til vetrarsteðgin. Men hann er framvegis meiri enn ein mánað burtur.