Í gjár var seinasta leikumfar í donsku kvinnukappingini í fótbólti. Brøndby lá best fyri undan seinastu dystunum, og tað eydnaðist eisini liðnum at vinna meistaraheitið. Brøndby spældi ímóti OB og vann heili 7-1. Harvið kundi Fortuna Hjørring einki gera við Brøndby á fremsta plássinum, og kvinnuliðið úr danska høvuðsstaðnum fekk gullmerkini hongd um hálsin. Hetta er fjórða árið á rað, at Brøndby vinnur donsku kvinnukappingina. Skovlunde endaði sum nummar trý og fekk bronsumerkini.









