Brøndby gjørdi orduliga um seg

Stórsigurin lætti um hjá Laudrup, meðan nýggi AGF venjarin hevur rættuliga nógv at hugsa um í tunga endanum á støðutalvuni

SUPERLIGAN

Tað lætnaði nógv hjá Brøndby og Michael Laudrup leygardagin. Kanska var talan um síðsta landskappingardystin hjá Brøndby á heimavølli, uttan at nakar føroyingur er í hópinum. Jón Rói Jacobsen var ikki á Brøndby stadion leygardagin. Men vit skilja á lagnum, at tað er sera nógv, sum bendir á, at hann verður evni til 1. liðs hópin, tá ið tað í mars verður farið undir seinnapartin av donsku landskappingini.
Áskoðarafjøldin var stór í Brøndby. Tey vóru komin at fagna málverjanum Mogens Krogh, sum seinastu ellivu árini hevur vart Brøndby málið. Og tey vóru komin at siga farvæl við Allan Ravn og Thomas Lindrup, sum ikki ætla at halda fram í Brøndby.
Farvæl dysturin var nógv besta avrikið, sum Brøndby hevur sýnt í hesum kappingarárinum. Teir vundu burturúr Farum. Uppflytaraliðið, sum annars hevur staðið seg so ógvuliga væl, legði rygg til 7?1 tap. Stóri maðurin hjá Brøndby var Morten Wieghorst. Miðvallarin skoraði fýra av teimum sjey málunum.

Esbjerg kiksaði
Burtursæð frá hjá Brøndby so royndist tað ikki nakað serligt hjá hinum feløgunum, sum royna at hanga uppií FCK, sum er níggju stig undan næstu kappingarneytunum.
Esbjerg var í Viborg, har heimaliðið við 4?1 sigri fyri fyrstu ferð í langa tíð lyfti sær uppum niðurflytingar strikuna. Esbjerg ætlaði at vinna næstfremsta plássið aftur, sum Brøndby hevði tikið leygardagin, men vesturjydarnir vórðu rættuliga kollrendir. Tá ið eitt korter var farið, var støðan 2?0. Spurningurin var síðani, um tað skuldi gangast, sum tað gjørdi tíðliga í kappingarárinum, tá ið Viborg vann 6?0 á heimavølli ímóti Esbjerg. Gestirnir komu eitt sindur betri undan hesa ferð, men sjálvandi vóru teir alt annað enn væl nøgdir.
AB, sum er í fíggjarligum óføri, og sum leingi var í úrslitaligum aldudali, vann fyri aðru ferð á rað. Næstsíðst vunnu teir 4?0 í Aalborg, og hesa ferð vunnu teir 3?1 á heimavølli ímóti AGF. Nú hevur AB ikki tapt í seks landskappingardystum á rað.
Hjá AGF og nýggja venjaranum, Poul Hansen, stendur verri til. Teir eru á niðurflytingarplássi, og teir hava ikki vunnið síðani fyrst í november, tá ið teir sendu Brøndby av Århus stadion við tapi. Tá varð vónað og kanska eisini roknað við í Århus, at AGF skuldi nærkast toppinum. Men soleiðis hevur tað avgjørt ikki gingið.
Troels Bech var inntil summarsteðgin venjari hjá OB. Nú er hann venjari hjá FCM, meðan hjálparvenjarin hjá honum í tíðini í Odense, Ulrik Pedersen, heldur í teymarnar hjá OB. Tá ið hesi bæði liðini sunnudagin hittust á Odense stadion, bendi alt leingi á, at tað skuldi endað málleyst. Men sjey minuttir undan leikloki fekk heimaliðið sigursmálið.
Kanska varð tað roknað við fáum ella ongum málum, tá ið botnliðini, Silkeborg og Køge hittust. Soleiðis gekst tað ikki. Gestirnir úr Køge vunnu 4?3, eftir at teir í 1. hálvleiki høvdu verið frammanfyri 3?0. Málmøguleikarnir vóru so nógvir, at Køge venjarin, Henrik Jensen, eftir dystin helt fyri, at tað kanska hevði verið rættari, um úrslitið hevði havt verið 10?10!
Nú tað bara restar eitt umfar undan vetrarhvíldini, eru tað grannafeløgini AGF og Silkeborg, sum heita tey bæði aftastu plássini, meðan tað eru grannarnir í høvuðsstaðnum, FCK og Brøndby, sum manna tvey tey fremstu plássini.
Í átjanda umfarinum sær skráin soleiðis út: Køge?Brøndby (leygardagin), AGF?AaB, Esbjerg?AB, Farum?OB, FCK?Silkeborg og FCM?Viborg.