DANSKA STEYPAFINALAN
Kristi Himmalferðardag er steypafinala á skránni í donskum fótbólti. Soleiðis hevur tað verið í hálvt hundrað ár, og soleiðis var tað eisini í fyrradagin.
Hesa ferð vóru FC Midtjylland og Brøndby í finaluni. Tað varð vónað, at 30 túsund fóru at møta upp, og tað møttu fleiri enn 34 tusund í góðveðrinum. Lagið á teimum var gott, og tey bæði toppliðini syrgdu fyri intensari uppgerð, góðum spæli og fimm málum. Brøndby vann 3-2 eftir longda leiktíð, og harvið vunnu teir bláu og gulu steypakappingina fyri fimtu ferð, síðani teir fyrst í áttati árunum við stórari ferð struku inn á danska fótbóltspallin.
Brøndby var á odda 1-0 í hálvleikinum. Fyrrapartin av 2. hálvleiki skoraði FCM tvey mál, og so tóktist tað sum um, at tað skuldi ganga, sum tað so ofta hevur gjørt hjá Brøndby higartil í vár. Men so varð ein av FCM spælarunum, Pimpong, rikin av vøllinum, tí hann fekk seinna gula kortið, og síðsta løtan gjørdist støðugt trýst á FCM málið.
Brøndby javnaði til 2-2, og tíðliga í seinna umfarinum í longdu leiktíðini skoraðu teir sigursmálið. Tá var eingin orska eftir hjá FCM. Báðir partar vóru samdir um, at útvísingin var avgerandi, og FCM venjarin, Erik Rasmussen, var ikki blíður, tí hann helt seinna gula kortið og harvið útvísingina vera burturvið.










