Tað gongur einki hjá Brøndby í donsku superliguni, og eftir tapið um vikuskiftið liggur liðið mitt á stigatalvuni, har teir plaga at verða millum tvey tey fremstu. Sunnudagin spældi Brøndby á útivølli ímóti FC Midtjylland, og jútska liðið vann greiðan sigur. Úrslitið gjørdist 3-1, og tað var fult uppiborið, at tað betri skipaða og betri spælandi liðið vann dystin. FC Midjylld togaði seg upp á fimta pláss í superliguni, meðan Brøndby er nummar seks – sjey stig aftanfyri oddaliðið FCK.