SUPERLIGAN
Fyrrapartin í dag fóru Todi Jónsson og liðfelagarnir í FCK til Skotlands. Í annaðkvøld skulu teir spæla ein tann týdningarmiklasta dystin í stuttu søguni hjá samanlagda felagnum í danska høvuðsstaðnum. Hvussu tað fer at roynast, fer at bera til at fylgja við í TV Danmark 1 sjón varpsrásini.
Hesin dysturin er tann, sum tað í løtuni verður tosað mest um í Danmark. At áhugin er stórur fyri, hvussu tað fer at hilnast hjá FCK í stríðnum at sleppa í bólkaumfarið í europeisku meistarakappingini sæst eitt nú aftur í søluni av atgongumerkjum til heimadystin ímóti Rangers, sum verður um tvær vikur. Fríggjadagin fóru teir undir søluna av atgongumerkjum, og 32 tímar aftaná vóru 25 túsund atgongumerki seld. Roknað verður við, at tað longu í hesi vikuni verður útselt. Serliga um tað fer at laga seg væl í annaðkvøld.
Í vikuskiftinum var triðja umfarið í superliguni á skránni. Tá var talan ikki um serliga sannførandi undanroynd hjá FCK, sum spældi í Esbjerg. Kortini var úrslitið hjá FCK væl betri, enn seinast, tá ið teir vóru í Esbjerg. Úrslitið var 1?1. Esbjerg kom framum, men FCK javnaði, tá ið tað restaðu trettan minuttir. Peter Møller legði fram til Zuma, sum skoraði eitt flott mál. Zuma var ikki á vøllinum undan steðginum. Beinanvegin eftir steðgin avloysti hann Toda Jónsson, sum hevði sæð gult í 27. minutti.
Hans Backe, FCK venjarin, gav onkrum teirra, sum ikki hava verið fastir á liðnum, møguleikan, nú FCK hugsar nógv um Europa Cup. Eitt nú var Peter Møller á vøllinum allar 90 minuttirnar, meðan Todi Jónsson og Zuma spældu hvør sín hálvleik. Tað er lítil ivi um, at teir báðir fara at manna FCK álopið á Ibrox Park í Glasgow í annaðkvøld. Tað verður ikki roknað við, at Jörgen Pettersson verður førur fyri at spæla í morgin, og tað kemur ikki upp á tal, at nýggi brasiliumaðurin skal spæla í morgin.
Todi hevur skorað í báðum Europa Cup dystunum ímóti maltesiska meistaraliðnum, og hann skoraði fleiri ferðir í venjingardystunum undan kappingarbyrjan. Men higartil hevur tað ikki eydnast hjá Toda at fáa mál í landskappingardystunum.
Brøndby í hopla
Tað var stórt vónbrot hjá Brøndby, tá ið teir í næstsíðsta umfarinum undan summarsteðginum mistu meistaraskapin til FCK. Harvið misti Brøndby møguleikan at sleppa í europeisku meistarakappingina í summar. Kappingini, sum verður á skránni næsta summar, tykjast teir hava sett miðvísa kós ímóti. Eftir trý umfør eru teir einsamallir á odda. Teir hava ikki spælt upp til tað, sum tað verður roknað við, at teir skulu megna. Tí verður í Danmark spurt, hvussu tað fer at verða, tá ið Brøndby fer at finna rætta leikliga stevið.
Jón Rói Jacobsen venur saman við besta liðnum, men hann var ikki millum teir fimtan, sum Michael Laudrup hevði við til heimadystin ímóti AGF. Fyri triðju ferð í trimum dystum vann Brøndby 2?0. Men tað stóð nógv á. Hóast tað ikki hevur sæð so ógvuliga gott út í AGF, so góvu århusianararnir dygga mótstøðu, og teir høvdu møguleikar at gera mál.
Eftir dystin segði AGF venjarin, Poul Hansen, at teir nú fara at keypa í hvussu so er tveir spælarar afturat. Í hvussu so er annar teirra verður verjuspælari.
OB aftur á jørðina
Næstsíðsta leygardag var lagið ógvuliga gott í OB, eftir at teir høvdu vunnið 4?2 á útivølli ímóti FCK. Sunnudagin komu teir av álvara niður aftur á jørðina. Teir vitjaðu í Farum, har heimaliðið, FC Nordsjælland, vann 2?0. Orðaríkið venjarin, Christian Andersen, segði aftaná, at hetta var besta avrikið hjá hansara liði nakrantíð. Annar av málskjúttunum í Farum var Carsten Fredgaard, sum hevur verið liðfelagi hjá Toda Jónsson í FCK, men sum hevur fingið lítla tíð á vøllinum. At hann kennir stórt álit frá nýggja venjaranum hevur havt við sær, at hann spælir so mikið væl, at hann var kosin dagsins maður.
Í Ikast hevði FC Midtjylland vijtan av AB, sum hevur mist nógvar spælarar í summar. Heimaliðið vann sannførandi 3?0 sigur, men venjarin hjá teimum rósti gestunum fyri gott fótbóltsspæl.
Í Ålborg var tað stórt vónbrot, at AaB ikki megnaði at fáa stig burturúr ímóti uppflytarunum úr Frem, sum vunnu 1?0. Dagsins maður hjá teimum var nýggi málverjin, Jørgen Nielsen, sum vísti eina røð av góðum bjargingum.
Hitt uppflytaraliðið, Herfølge, hevði vitjan av Viborg. Herfølge vann 2?1. Chris Hermansen, sum Herfølge áskoðararnir hava sagt vera ov væl í holdum, skoraði bæði Herfølge málini.










