Nú várið er komið, og summarið er í nánd hyggja vit gjøllari at okkara kroppi og húð. Tað, ið tjúkkir jakkar og troyggjur hava goymt í vetur, skal nú vísast fram.
Vit droyma um at fáa ein vakran lit á okkara vetrarbleiku húð, sum er mjólkahvít innan fyri tjúkku klæðini.
Besti háttur fáa henda dreymin er at byrja við einum góðum grundarlagið.
Hjá Mariu Wilhelmsen er hetta grundarlag: reinsa, skrubba og røkta.
Um húðin er rein og ongar deyðar húðkyknur liggja oman á henni, fært tú ein vakran brúnan lit, sum heldur longri, sigur hon.
Hon mælir til at skrubba húðina við einum skrubbkremi tvær ferðir um vikuna og smyrja væl inn við fuktkremi, tí sólin turkar húðina.
Um húðin er væl fukta heldur brúni liturin sær longur.
Faktor 30 uttanlands
Maria meinar, at tað er sera tydningarmikið at brúka høgan sólfaktor fyri ikki at brenna húðina. Her í Føroyum er nokk at brúka faktor 15 ein sólskins dag, men fer ein uttanlands, skal hann ikki vera undir 30.
Tað er tydningarmikið ikki at brenna húðina. Tað skaðar húðina og kann fáa álvarsligar fylgjur - eitt nú húðkreft, sigur Maria.
Eisini skullu børnini verjast væl móti sólini. Tey hava sarta húð, og skaðarnir ein fær sum barn vísa seg ofta at spøkja aftur sum pigmentplettar, rukkur og í ringasta føri húðkreft.
Um ein hevur fingið ov nógva sól, mælir Maria til, at ein brúkar After-Sun, ið fuktar húðina.
Hon vil heldur ikki, at vit gloyma støð sum varrarnar, hálsin og bringuna, tá vit verja okkum móti sólini. Tey økini eru sera løtt at brenna.
D-vitamin
Men sólin er ikki bara skaðandi. Hon er umráðandi og gevur orku og nógvar d-vitaminir.
D-vitaminir geera beinini í kroppinum sterk og er eitt sera tydningarmikið vitamin.
- So nýt sólina, men við skili, sigur Maria at enða
Ger tað sjálv
Soleiðis kanst tú sjálv fyrireika húðina til summarið: Hetta ber til bæði at gera á vakurleikastovu og heima í tínum egna baðirúmi.
1. Byrja við at reinsa alt smyrsl av. Til dømis kanst tú brúka eitt reinsikrem, sum skúmar, ið tú kanst hava standandi í brúsuni.
2. Fyrireika húðina til restina av viðgerðini við at massera hana við olju. Massera í 10-15 minuttir. Nýt vanliga olju, men tak gjarna nakrar dropar av aromaterapiolju í, sum stimulera húðina. Til dømis citrus ella lavendel.
3. Skrubba húðina við einari skrubbmasku. Tað tekur deyðar húðkyknir vekk.
4. Dampa húðina ella legg eitt heitt handklæð á andlitið, sum tú hevur gjørt vátt í heitum vatni.
5. Reinsa húðina fyri døkkormar
6. Legg eina masku á, sum hóskar til tína húð. Lat hana liggja á í 10 minuttir
7. Vaska hana burtur við flógvum vatni.
8. Eitt serum til dømis eitt c-vitamin serum er gott at leggja á húðina nú.
9. Hevur tú einki serum heima, er bara at smyrja andlitið inn við dag ella náttkremi an uppá nær tú gert viðgerðina. Um tað er dagkrem vel so eitt við sólfaktor í.
10. Voila klár at fara út og njóta summar og sól.