Høvuðskjakevnið í Føroyum seinastu dagarnar um atburðin hjá Jóannesi Eidesgaard verður eisini umtalað í donskum fjølmiðlum. Stóra danska blaðið, BT, skrivaði um vikuskiftið grein um formannin í Føroya Javnaðarflokki, sum týðiliga varð rúsdrekkaávirkaður undir sendiharra-døgverðanum á Hotel Føroyum við tilsamans 112 gestum úr øllum heiminum.
Føroyski blaðmaðurin Fróði Holm Knudsen er høvundurin í greinini um tilburðin á Hotel Føroyum.
Spottandi tóni
BT fer ikki væl við formanni Javnaðarfloksins, og serliga verður gjørt vart við, at rúsrekkaávirkaði Eidesgaard á galladøgverðanum á fýra-stjørnaða Hotel Føroyum er fyrrverandi fólkatingslimur.
Við rættiliga spottandi tóna og yvirdrivnum lýsingarorðum um Jóannes Eidesgaard fer greinin ikki væl við fyrrverandi sosialdemokratiska fólkatingsliminum.
BT vísir tó eisini á, at Jóannes Eidesgaard hevur borið fram treytaleysa og almenna umbering í sjónvarpinum, og at atburðurin ikki fær avleiðingar fyri formanssessin hjá Jóannesi Eidesgaard í føroyska Javnaðarflokkinum.