Ein irakskur heryvirmaður lat lív, og fýra hermenn fingu skaða, tá ein sjálvmorðsbumba brast í býnum Youssifiyah sunnan fyri Bagdad í gjár.
Bumban var sum aðrar bumbur, men tað serliga við hesari atsóknini var, at tað var ein átta ára gomul smágenta, sum hevði bumbuna um miðjuna. Tað sigur Sky News, sum sigur seg hava tíðindini frá irakska herinum.
Ahmed Ali, sum er yvirmaður í irakska herinum, sigur við tíðindastovuna AP, at tað var ikki gentan sjálv, sum sprongdi bumbuna, men onkur annar, sum sprongdi hana við einari fjarstýring.
Amerikanska herleiðslan í Irak hevur váttað, at ein smágenta bleiv brúkt í einari atsókn í Youssifiyah í gjár.










