Brúktu teirra vápn

NSÍ venjarin, Jógvan Martin Olsen helt seg ikki kunna annað enn vera stak væl nøgdan við tað, sum hansara menn høvdu útinnt ímóti Skála.
- Vit høvdu ætlað at nýtt teirra vápn við at trýsta teir langt frammi á vøllinum, og tað eydnaðist væl. Fyri gongdina í 2. hálvleiki var tað sera týdningarmikið, at vit fingu mál dygst undan steðginum. Harvið kundu vit flyta okkum eitt vet aftur í 2. hálvleiki og bíða eftir møguleikanum at fara í kontraálop, sigur NSÍ venjarin.
NSÍ hevur nógv á skránni. Teir spældu í Esbjerg leygardagin, og mikukvøldið skulu teir til Havnar at spæla ímóti HB. Um teir aftur ta ferðina fara at megna at fáa fulla úrtøku, so fara teir at halda frí heilt frammi í toppinum.
- Higartil hevur tað gingið væl, hóast nógv er á skránni. Men tað verður ivaleyst tungt, tá ið vit annan sunnudag skulu til Fuglafirðar at spæla hálvfinalu. Tað ræður um at dosera venjingina rætt, so spælararnir fáa høvi at endurvinna styrkina ímillum stóru uppgávurnar, ásannar væl nøgdi NSÍ venjarin.