Tað skulu greiðar reglur gerast fyri, í hvussu stóran mun, løgtingslimir og borgarstjórar kunnu røkja fleiri størv.
Tað heldur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.
Ein spurningur, sum var til umrøðu á valfundi í SMS nú eitt kvøldið var um borgarstjórar skulu kunna vera løgtingslimir eisini.
Jógvan Skorheim heldur, at vit eiga at fáa greiðar reglur á økinum, sum eru galdandi fyri allar borgarstjórar. Sjálvur kom hann í ta støðu, at meirilutin í Klaksvíkar sýtti hon at røkja starvið sum løgtingsmaður, samstundis sum at hann var borgarstjóri í Klaksvík
- Eg eri kanska tann einast, sum er valdur at røkja bæði størvini, men slapp tí at onnur ikki vildu tað, staðfesti hann.
Og hann heldur, at her er ongin samanhangur í.
- Ein løgtingsmaður kann hava fult privat starv við afturat løgtingsarbeiðnum, og ein løgtingsmaður kann hava eitt hálvt alment starv afturat løgtingsstarvinun.
Men tá ið talan er um ein borgarstjóra, sum verður valdur í Løgtingið, sleppur hann ikki sjálvur at gera av, um hann skal røkja bæði størvini, tí tað skulu onnur avgera fyri hann, nevniliga øll hini í býráðnum, ásannaði Jógvan Skorheim.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu hevur bæði verið borgarstjóri og løgtingsmaður ísenn. Og hann duldi ikki fyri, at hann brúkti tingsessin at fáa ávirkan. Hann sigur, at tað var ímeðan hann var tingmaður, at ein skipan fekst fyri røktarheimið á Mørkini, har landið læt ein part av byggikostnaðinum í stuðuli.
Hann er vísur í, at var hann ikki í løgtinginum, var tann skipanin aldrin komin. Hetta var nevniliga fyrstu ferð, hesin fíggjarleisturin varð brúktur, men síðani hevur hetta verið fyrimyndin í sambandi við aðra bygging av hesum slagi.
Hann heldur annars, at fyri kommunurnar er tað hent, at tey hava umboð í Løgtinginum. Hann sigur, at landsins myndugleikar hava tørv á pengum, og í tí sambandi er tað mangan øgiliga freistandi hjá teimum at tveita útreiðslurnar yvir á kommunurnar fyri at sleppa av við tær.
Tí er tað gott at kommunur hava umboð í Løgtinginum.
Heðin Mortensen sigur somuleiðis, at hann helt, at Tórshavnar Kommuna var for illa umboðað í Løgtinginum, og tað var orsøkin til at hann stillaði upp.
Hann segði, at eitt úrslit av tí at Tórshavnar Kommuna hevur havt umboð í Løgtinginum, er, at Tórshavnar Kommuna fekk loyvi til at byggja Tórshavnar Havn út.
- Tú mást brúka sína ávirkan í Løgtinginum til at fáa nøkur mál ígjøgnum, segði Heðin Mortensen.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, heldur ikki, at vit skulu forða nøkrum í at verða vald í løgtingið.
- Tað er púra hol í høvdið at tvinga borgarstjórar úr Løgtinginum. Tað er at gera seg inn á fólkaræðið og tað er ein vandamikil gongd og tí skal veljarin sjálvur avgera, hvønn hann velur hvar, heldur hann.









