Um vikuskiftið hevur løgreglan í Havn havt eitt miðvíst átak ímóti harðskapi. Tað er, at løgreglan er til staðar í býnum um náttina við tí fyri eyga at forða fyri harðskapi. Og tað er teirra greiða fatan, at tað hevur eina sissandi áviskan á fólk, at løgreglan vísir seg, samstundis sum at tað hendir seg meiri enn so, at løgreglufólkini fáa lagt upp í, at fólk koma til ilnar, og fáa steðgað teimum, áðrenn tað endar við harðskapi.
Løgreglan sigur, at aftur hetta vikuskiftið hava tey steðga bardøgum í náttarlívinum í Havn, og úrslitið av tí er, at fólk fáa hava fingið bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar, heldur enn at tey kanska høvdu verðið skuldsett fyri harðskap, sum førir harðari revsing við sær.
Men løgreglan sigur, at í tí eina førinum komu tveir mans til ilnar og teir vóru so ólátaðir, at løgreglan mátti brúka piparspray ímóti teimum fyri at fáa teir skildar sundur aftur.
Løgreglan sigur, at tað er ikki gamansleikur at fáa piparspray í eyguni, so tá sissaðust teir alt fyri eitt. Løgreglan hevur altíð vatn í bilinum, og teir báðir bardagakropparnir vórðu so vaskaðir aftur um eyguni, og fáa so eina bót fyri at bróta politiviðtøkurnar.
Annars hevur tað verið stak friðarligt, hóast nógv tiltøk hava verið. Ein bilførari er tikin fyri at koyra við kenning á Skálafirði, har eystanstevna hevur verið og ein varð tikin við kenning í Sundalagnum, har hann rendi á ein garð.