Sorgarleikurin í Oslo og á Utøya seinasta fríggjadag lá frammarlaga í huganum hjá norska svimjaranum Alexander Dale Oen, tá hann í dag tryggjaði heimlandinum tað fyrsta heimsmeistaraheitið í 100 metrar bringusvimjing í heimsmeistarakappingini, sum er í Shanghai í Kina.
Tað var tí ikki av tilvild, at Alexander Dale Oen peikaði á tað norska flaggið á svimjihúgvuni, tá hann var komin á mál og fekk staðfest, at hann hevði vunnið.
-Eg haldi, at í dag svam eg meiri við hjartanum enn teknikkinum. Eg royndi at brúka tað, sum er hent heima í Noregi, sum brennievni og royndi at hugsa, at vit mugu koma víðari, og at vit mugu lata gerandisdagin koma aftur, segði tann 26 ára gamli norski gullvinnarin við tíðindafólk aftan á kappingina í dag.