Linda McMahon, sum er republikanari, brúkti meiri enn eina hálva milliard krónur í einari roynd at gerast senatorur í statinum Connecticut, men til onga nyttu. Tí á valinum í gjár valdu veljararnir demokratin Chris Murphy í Senatið.
Tað ger ikki støðuna betur hjá Lindu McMahon, at fyri trimum árum síðani tapti hon eisini, og ta ferðina brúkti hon umleið 300 milliónir krónur til valstríðið.
Los Angeles Times veit at siga, at burtursæð frá sínum egnu pengum hevur Linda McMahon lænt eina millión krónur frá flokskassanum hjá republikanarunum til valstríðið.
Amerikanskir fjølmiðlar siga, at eingin einstaklingur hevur brúkt so nógvar egnar pengar til eitt valstríð sum Linda McMahon. Pengarnar hevur hon forvunnið burtur úr fyritøkuni World Wrestling Entertainment, sum hon stovnaði saman við manninum.