Reyði Krossur Føroya hevur gjørt avtalu við Føroya Keypssamtøku um móttøkupláss fyri brúkt klæði leygardagin tann 25. okt. 2003.
29. mars í ár savnaði Reyði Krossur klæði um allar Føroyar, har tað í flestu plássunum var við Keypssamtøkurnar, at savningarstaðið var.
Væl varð tikið ímóti tiltakinum, tí ikki færri enn 43 tons av klæðum komu inn. Nógv fólk tóku lut í arbeiðinum; heilsølur og flutningsfyritøkur hjálptu til at flyta klæði til Havnar, har Skipafelagið Føroyar veitti okkum dygga hjálp, so 5 bingjur av klæðum kundu sendast av landinum.
Síðsta heyst savnaðu vit klæði og pr. 21. nov. sendu vit 26 tons av klæðum til Dansk Røde Kors, sum skildi og pakkaði klæðini, har stórur partur fór til Hvítarusslands og longur eystur.
Tú kanst hjálpa okkum at hjálpa. melda teg til sum hjálparfólk á tlf. 319630, har telefonsvarari boðar frá, hvussu tú meldar teg teg.










