Bríksla eitt korter fyrri

Í síðstu umførunum plagar fyrsta bríkslið í øllum fimm dystunum vanliga í at vera um somu tíð. Soleiðis er tað eisini í ár. Í Vági plagar dystartíðin at vera klokkan 14.45. Harvið hava gestirnir á Vágseiði ikki trupulleikar at sleppa norður aftur við Smyrli.
Sunnudagin eigur FC Suðuroy heimavøll ímóti HB. Tí verður fyrsta bríkslið í øllum fimm dystunum í EFFOdeildini klokkan 14.45. Soleiðis verður tað eisini annan sunnudag, tá ið FC Suðuroy eigur heimavøll ímóti ÍF.
27. og síðsta umfar er á skránni leygardagin 6. oktober. Skráin sigur, at tá skal FC Suðuroy spæla í Klaksvík. Tá verður fyrsta bríkslið í Klaksvík og í øllum hinum fýra plássunum klokkan 15.00.