Brúkiligur fiskiskapur eftir upsa

Líkt er til, at tað sær heldur frægari út hjá skipunum, sum fiska upsa, tí nú verður aftur sagt frá brúkiligum fiskiskapi.

- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Tey flestu fiska upsa, og okkurt parið fiskar svartkalva. Fiskiskapurin eftir upsa er brúkiligur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at partrolarapørini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

- Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð. Tríggir fiska mest upsa og fáa nakað av toski og longu sum hjáveiði. Møguliga landa allir tríggir ísfiskatrolararnir í næstu viku.

 

Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, vóru tríggir trolbátar til fiskiskap, tveir á landleiðini og ein á Íslandsrygginum.

 

- Trolbáturin, sum fiskar á Íslandsrygginum, kemur væntandi inn at landa mánadagin og teir, sum fiska á landleiðini, koma helst síðst í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at trolbátarnir fáa eina blanding av toski, reyðsprøku, tungu, havtasku og so nakað av hýsu.