Brúki nógva tíð upp á hugskotið

Ein góð mynd er ein, sum gevur tær okkurt meira, ein stemning ella ein tanka, sigur myndamaðurin Høgni Heinesen

Hvaðani stavar áhugin fyri myndatøku?
Frá pápa mínum, sum altíð hevur tikið nógvar myndir.

Hvat eyðkennir eina góða mynd?
SØGAN!!! Ein góð mynd er ein sum gevur tær okkurt meira, ein stemning ella ein tanka. Myndin skal verða standandi, eisini aftaná tú flytur eyguni. Serliga myndir av persónum skula geva hyggjaranum eina kenslu av at koma at kenna hendan persónin.

Hvat er týdningarmiklasta amboði í tínum arbeiði?
Hugskotið! Brúki nógva tíð uppá hugskotið til eina mynd. Eg havi brúk fyri at hava ta lidnu myndina í høvdinum, áðrenn eg fari ígongd. Restin er, sum maðurin segði, reint handverk.

Hvør er besta myndin, tú hevur tikið og viðgjørt?
Tann seinasta

Hvussu heldur tú teg í form?
Vanligvís fitness nakrar ferðir um vikuna. Akkurát fyri tíðina stendur sonurin tó fyri tí partinum.

Hvat ger tú í frítíðini?
Tá eri eg næstan altíð saman við familjuni.

Hvagar fert tú, tá tú ferðast í Føroyum?
Út um hurðina.

Hvat er tað besta við føroyska summarinum?
Lukturin av sólheitum asfalti aftaná eitt æl!

Tá tú ferðast uttanlands, er tú til sól á strondini ella til aktiva feriu?
Aktiva feriu á strondini.

Hvat er tín lívrættur?
Alt vilt, serliga hara.

Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Hyggi stórt sæð ikki sjónvarp.

Hvør bók liggur á náttborðinum?
Tann stóra ævintýrbókin.

Hvat gert tú um tíggju ár?
Um heilsan er til tað, vónandi tað sama.