Brúkaraumboðið átalar Toscana

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina røð av kærum, sum brúkarar hava sent til stovnin um Restaurant Toscana. Matstovan hevur latið gávukort við einari tíðarfreist á tríggjar mánaðir, og tað metir Brúkaraumboðið ikki vera nøktandi.

Brúkaraumboðið fvísir á, at »Sambært lóg nr. 274 af 22. desember 1908 om forældelse af visse fordringer er fyrningarfreistin fyri gávukort sum útgangsstøðið 5 ár, uttan so at annað er greitt avtalað«.

Hildið verður fram við at siga, at um so er, at ein onnur freist er avtalað, so skal freistin ikki verða órímiliga stutt. Eingin føst regla er fyri, hvussu stutt freistin kann vera. Sum heild skal longdin av freistini verða rímulig í tí aktuellu støðuni.

Niðurstøðan hjá Brúkaraumboðnum er tí: »Sambært tí sum er nevnt omanfyri, er Brúkaraumboðið av tí fatan, at ein avtalað freist uppá minni enn eitt ár til at brúka eitt gávukort er í stríð við MFL § 1 um góðan marknaðarføringssið«.

Brúkaraumboðið sigur víðari, at »Restaurant Toscana hevur hóast hetta noktað fyri at broytta mannagongd, og Brúkaraumboðið skal tí hervið gera brúkaran varugan við, at útvegan av gávukorti frá Restaurant Toscana kann vegna stuttu freistina hava við sær trupulleikar i sambandi við nýtsluna«.