1. Meginparturin av sølu og keypi fer fram í Havn og meginøkinum annars, meðan Suðuroyggin einans stendur fyri einum marginalum parti av sølu og keypi. Umleið 90% av brúkarunum búgva ikki á Suðuroy. Og tað er júst marknaðinum við sølu og keypi, og tess marknaðarføring, ið Brúkaraumboðið skal hava eftirlit við.
Samstundis leggur Marknaðarføringarlógin beinleiðis upp til neyvt samstarv millum vinnu og Brúkaraumboð. Men tað er ikki nøktandi, at hetta samstarv er skipað umvegis teldupost úr suðri.
Tað verður sjálvandi eins trupult hjá vinnu og brúkara at fáa samband við Brúkaraumboðið.
2. Uppgávan hjá Brúkaraumboðnum verður í stóran mun at arbeiða saman við lóggávuvaldinum. Herundir at tilmæla og ávirka myndugleikarnar, tá talan verður um dagføringar, tillagingar og nýgerð av lógum. Bæði Vinnumálaráðið og Løgtingið liggja í Havn, og er tað tí av avgerandi týdningi, at Brúkaraumboðið húsast í sama grannnalagi sum hesi.
3. Tað hevur allatíðina verið ætlanin, at Brúkaraumboðið skal húsast saman við hinum eftirlitsmyndugleikunum á Skálatrøð í Havn. Her skal Brúkaraumboðið gera sær dælt av møguleikanum fyri fagligum samskifti við fólk hjá Kappingareftirlitinum, Fjarskiftiseftirlitinum o. s. fv. Slíkt samskifti er av alstórum týdningi fyri at stimbra fakliga støði og góðskuna í arbeiðinum.
4. At lata Brúkaraumboðið húsast fyri seg sjálvan hevur allatíðina verið mett ov kostnaðarmikið.
5. Harumframt avmarkar tað beinanvegin møguleikan hjá hópin av væl egnaðum fólkum at søkja.
At leggja Brúkaraumboðið í suðurroy fer so vissuliga at syrgja fyri, at millum líti og einki kann koma burturúr. Einasta orsøk til at leggja Brúkaraumboðið í suðri kann vera, at man ikki ynskir, at Marknaðarføringarlógin kemur at rigga og jarðar man harvið Brúkaraumboðið umgangandi.
Kortini hava vit í Brúkarasamtakinum fult álit á, at politiska skipanin hevur allar ætlanir um, at Lógin kemur at rigga so væl sum gjørligt, og sostætt syrgir fyri at skapa tryggar karmar um stovnin áðrenn farið verður til verka. Og Brúkarasamtakið mælir staðiliga til, at hesir karmar verða skipaðir á fullgóðan hátt innan farið verður víðari við starvssetanini av Brúkaraumboðnum.