Brúkaraumboðið: Regluverk skal gerast fyri nethandil

- Hetta er eitt drúgt arbeiði, men skilagott hevði verið at sett skjøtul á arbeiðið, meðan støðan enn er so góð

Í kjalarvørrinum av, at nethandil í Føroyum gerst alsamt vanligari, meinar Brúkaraumboðið, at stig mugu takast fyri at fáa greiðar reglur á økinum. Hetta kemur fram í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá stovninum.

- Varhugin hjá Brúkaraumboðnum er, at støðan við nethandli í Føroyum er heilt góð. Kortini eru ongar lógarreglur um rættindi og skyldur í samband við handil á netinum, skrivar Brúkaraumboðið og vísir á, at reglur eru um nethandil í grannalondunum og í ES.

- Brúkaraumboðið mælir til at gera regluverk fyri nethandil í Føroyum. Hetta er eitt drúgt arbeiði, men skilagott hevði verið at sett skjøtul á arbeiðið, meðan støðan enn er so góð, sum hon tykist vera. Tað sær út, sum at føroyskir nethandlar sjálvbodnir fylgja útlendskum fyrimyndum, sum hava reglur.

Sum dømi um viðurskifti, sum eiga at lýsast í lóg, nevnir Brúkaraumboðið iðranarrættin, har keyparin hevur loyvi at iðra eitt keyp. Ásetingar um, hvat fyri prísur skal upplýsast, tí ofta eru ymisk ískoyti og frakt og kanska onnur gjøld uppi í prísinum.

- Onnur viðurskifti eru almennar avtalutreytir fyri eitt keyp, upplýsingar um seljaran og leveringstíð, soleiðis at keypari veit, hvørjar treytir eru galdandi fyri keypið, hvar seljari er at finna um t.d. um vøran ikki er í lagi og nær keypari kann vænta vøruna, skrivar Brúkaraumboðið.

Les eisini:Vilja kanna ein fyrimun sum fleiri túsund føroyingar hava