Mest merkisvert er tað kortini, at Brúkarasamtakið, ið átti sítt umboð í arbeiðsbólkinum, einki hevði fingið at vita um hesa kollveltandi broytingina. Vit hava einki hoyringssvar sæð, hóast hesi skulu vera so mong og væl grundgivin, at Vinnumálaráðið velur at broyta uppskotið í skundi, og uttan at kunna limirnar í arbeiðsbólkinum.
Júst hvat tað var, ið hendi, er ilt at siga. Kortini liggur tað heilt fast, at arbeiðsbólkurin, ið gjørdi uppskotið til lógina, mælti staðiliga frá at leggja umsitingina av lógini undir Kappingarmyndugleikan. Eisini er tað ein sannroynd, at Kappingarráðið longu er ovbyrja, samstundis sum ein dagførd Kappingarlóg, ið vil krevja munandi meira orku, er á veg.
Tað er heldur ikki ókent í grannalondunum, at økini ikki hoyra saman. Sjálvt í Íslandi hava tey ásannað, at tvídráttur alt ov oftani tekur seg upp millum økini bæði, og hava tey tí býtt tað sundur, og enntá sett ein Talsmann brúkaranna.
Í Danmark, Norra og Svøríki hava verið skrivaðar langar og tjúkkar frágreiðingar, ið staðfesta tað sama. Millum annað vísa hesar frágreiðingar, at tað altíð er brúkarasíðan, ið tapur, um sama leiðsla skal viga síðurnar upp ímóti hvørjari aðrari. Tað er altíð brúkarin, ið tapur, tá peningaliga raðfestingin innanhýsis skal gerast við trongum fíggjarkarmum.
Hvat vilja vit?
Um vit í Føroyum ætla at lyfta brúkaraverjuna uppá sama støði sum í restini av Evropa, mugu vit rokna við, at hetta gert eitt størt og torskilt øki, ið krevur sín serkunnleika. Vit mugu tí ikki halda, at bara vit seta eina Marknaðarføringslóg í gildi er endamálið rokkið.
Tær fáu lógir í Føroyum, ið hava við brúkaravernd at gera, eru avoldaðar. T.d. er keypilógin frá 1906. Eisini mangla vit fleiri brúkaraverndarlógir, ið hava verið vanligar alla aðrastaðni í Evropa í fleiri áratíggju. T.d. lóg um fastognarkeyp, lóg um kærunevnd og lóg um innkrevjing, bara fyri at nevna nakrar.
Á onkrum økjum hava Kappingar- og Brúkaramyndugleikar somu áhugamál. Sum t.d. tá talan er um órímiligar avtalutreytir. Á øðrum økjum eru áhugamálini beinleiðis í stríð við hvørt annað. Sum t.d. tá talan er um prísgjøgnumskygni, og í hvønn mun atlitið til kapping skal galda.
Høvuðsendamálið hjá einum Kappingarmyndugleika er at tryggja kapping á marknaðinum við tí fyri eyga, at sum mest fæst burtur úr samfelagstilfeinginum. Tí er skjótt, at atlitið til brúkaran má víkja.
Ein Brúkaramyndugleiki hevur sum høvuðsendamál at verja brúkaran. Sum amboð til tess hevur hann millum annað eina Marknaðarføringslóg, Keypilógini, lóg um kærunevnd og aðrar.
Í logaruppskotinum valdu vit tilvitað at nýta heitið Brúkaraumboðsmaður. Hetta fyri at skapa persónligheit og tign um embætið, og geva fólki kenslu av, at tað er ein ávísur persónur við myndugleika, ið er teirra verji. Brúkaraumboðsmaðurin verður sostætt eitt navngivið andlit, ið fólk læra at kenna, og at kenna seg tryggan við. Brúkaraumboðsmaðurin skal tá hava allar brúkaraverndarlógir um hendi, og helst eisini verða lagdur undir rætta ráðharran, sum eftir mínum tykki ikki er Vinnumálaráðið.
Verður umsitingin av hesi einu lógini, Marknaðarføringslógini, løgd undir Kappingarmyndugleikan, fáa fólk nemliga kensluna av, at her er bara eitt skrivstovuríki afturat. Eingin ávísur eigur uppgávuna at vera talsmaður teirra, og einki verður gjørt, uttan tað er átrokandi. Tað er heldur einki at ivast í, at fortalararnir fyri at káma ávirkanina av einari Marknaðarføringslóg á vinnuna hava síni politisku motivir til tess.
Eg fari tí at mæla Vinnumálaráðnum til at venda aftur til uppruna uppskotið frá arbeiðsbólkinum, og lúka burtur allar broytingar, ið Vinnumálaráðið av sínum eintingum hevur gjørt eftir, at arbeiðsbólkurin var liðugur við sítt arbeiði.
Áminning til Javnaðarflokkin
Tað er eisini vert at minna Javnaðarflokkin í samgongu á teirra uppskot frá 2001 um Marknaðarføringslóg, ið so sanniliga leggur dent á at hava eitt væl virkandi brúkaraumboð. Táverandi samgonga fekk harðar ákoyringar fyri ikki at vilja taka undir við uppskotinum. Tá var ætlanin, eins og nú, at leggja brúkaravernd undir kappingarmyndugleikan. Kann Javnaðarflokkurin, ið hóast alt megnaði at fáa brúkarapolitik niðurfestan í samgonguskjalið, liva við einari so tannleysari marknaðarføringslóg?